Tórshavn, tú Føroyalands miðstøða var

Poul F. Joensen
Orð: Poul F. Joensen
Lag: Hans Jacob Højgaard
Viðmerking: Yrktur til kapping um ein Havnarsang, ið 14. september skipaði fyri í 1952.

1. Tórshavn, tú Føroyalands
miðstøða var,
tingstaður øld eftir øld.
Ólavs kongs minni í 900 ár
higar dró oyggjalands fjøld.
Tróndar og Sigmundar lúðrar og vápn
brutu her eldgamlan sið,
Ellindur lýsti á Tinganes hátt
tingsins og kirkjunnar frið.

2. Her Føroya søga er rist í hvønn klett,
her Føroya mansevni góð
sett hava spor sítt í gøtur og tún,
traðkaðu fólkinum slóð.
Her bygdi Magnus og mannaði borg,
hongdi hvønn rásmann í rá.
Hiðani Nólsoyar-Páls vitbjarta rødd
frælsissól boðaði frá.

3. Jóannes bóndi og Kristin í Geil
her reistu merki av ný;
Jákup og Próstin og háskúlans menn
lyftu tað hátt móti ský.
Her Hans Andrias um søgu og fólk
røddi og yndisligt kvað.
Føroya navn kent gjørdi víða um lond
Janusar máttmikla lag.

4. Higar í øldir kom sveinur og moy
úr hvørji Føroyalands bygd;
her hevur mangur sær lívsvinin valt,
vunnið lívslukku og trygd.
Her vit úr summarsins anga og sól,
víni og alsk drukku rús,
kystu tær dúnmjúku moyggjar, so alt
varð til eitt syngjandi brús.

5. Tøkk fái Havnin og fólkið, har býr,
fyri góð minni og gleim,
sum hon á Ólavs halgaðu tíð
gav til hvørt Føroyalands heim.
Tí ólavsøkan skal øld eftir øld
reka burt klandur og sorg.
Veri, so leingi sum føroyingur er,
Tórshavn vár miðstøð og borg.

FavoriteLoadingGoym tekstin