Tórsvøllur

Orð og lag: Heri Nolsøe

Merkið á stong og rópini tey ljóða hvøll
– Koyr á Føroyar
hond í hond vit streyma inn á Tórsvøll
– Koyr á Føroyar
so mangan dystin í sjónvarpi sá,
í Gundadali tó dreymurin lá,
fylkjast føroyingar her til spennandi dyst.

Aldan á rull og bylgist kring um leikvøllin
– Koyr á Føroyar
lagið gott og fólkið rópar Føroyar vinn
– Koyr á Føroyar
Nú tjóðin savnast um felagsmál
og stuðlar liðnum við lív og sál,
fremja roysnisverk móti stinnari tjóð.

Tórshavn tú Føroyalands miðstøða var,
kring um teg byggja garð.
Bylgjast kenslurnar fylla mítt sinn’
Føroyar koyr á og vinn.

Viðhaldsklapp, skola inn á leikvøllin
– Koyr á Føroyar
verja borg í dystinum vit standa stinn
– Koyr á Føroyar
her lítla landið í briminum vóð
og bardist móti miklari tjóð,
meðan kappakvæðið tað dundi um vøll.

Tórshavn tú Føroyalands miðstøða var,
kring um teg byggja garð.
Bylgjast kenslurnar fylla mítt sinn’
Føroyar koyr á og vinn.

Aldan á rull og bylgist kring um leikvøllin
– Koyr á Føroyar
lagið gott og fólkið rópar Føroyar vinn
– Koyr á Føroyar
Nú tjóðin savnast um felagsmál
og stuðlar liðnum við lív og sál,
fremja roysnisverk móti stinnari tjóð.

Tórshavn tú Føroyalands miðstøða var,
kring um teg byggja garð.
Bylgjast kenslurnar fylla mítt sinn’
Føroyar koyr á og vinn.

FavoriteLoadingGoym tekstin