Tørvandi náði eg søkti teg, Harri

Orð og lag: Alfred H. Ackley
Týtt: Árni Jacobsen

1. Tørvandi náði eg søkti teg, Harri,
synd mín tá varð fyrigivin av tær,
tók meg úr díki, setti á klettin,
lovsong á tunguna legði tú mær.

2. Tørvandi frið, áh, tú høvdingi friðar,
loyndarmál títt fyri hvílu mær gev.
Rek út úr hjarta hugsanir óndu,
gev mær tín frið, inntil endar mítt strev.

3. Tørvandi megi, tá eg eri veikur
at lyfta byrðum, sum dagurin ber,
eyðmjúkt og lýðin altíð tær tæna,
ofra meg sjálvan bert ynski mítt er.

FavoriteLoadingGoym tekstin