Torvatrøllið

Orð og lag: Karl Martin Samuelsen

Tit ræðast meg øll
tit ræðast meg øll
eg eri bert í góðum lag
hvat bilar nú tað.

Tá eg komi undan
renna tit øll undan
á, á, á, dett kvin
tá er at hoyra.

Onkur fyltur 170
syngur nú sítt síðsta vers
eisini hann er bangin
hann tolir nokk ikki gangin.

Komi eg so nærri
tað er verri fyri smærri
tey tora ikki í song
kanst tú gita hvør eg eri.

Gangi eg so longur,
ja, skal onkur spæla kongur
slær eftir mær við einum klúti
so søgan mundi verið úti.

Eitt skal her vera sagt
eg havi stóra makt
og eg vænti øll í kór
rópa jaaa …

Tit ræðast meg øll
tit ræðast meg øll
eg eri bert í góðum lag
hvat bilar nú tað.

FavoriteLoadingGoym tekstin