Torvskurður

Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: Regin Dahl

1. Um summarið altíð
so nógv er at gera,
letingi einans fær lætta og frið,
er veltingin liðug, so torvið er at skera,
heiðarnir sortna nú so við og við,
í hvørji lág
eru at sjá
nýskornar gravir við móbakkum hjá.

2. Skóleysir dreingirnir standa á eyga,
streymar um andlitið sveittin so strítt;
torvu á torvu so kvikir teir laða,
ryggirnir rætta og kreppa seg títt.
Karbleytan mógv
bera um hógv
genturnar, dálkaðar frá høki til skógv.

3. Tungt fellur strevið á sólheitum degi,
lúgvaðum manni er hvílan so kær,
linkar hans hugur, so minkar hans megi,
mangur man ynskja, at kvøldið var nær,
ber tó ei til
at steðga eitt bil,
um millum teir røsku hann rokna seg vil.

4. Minkar títt lívsmót, lat barmin hin tóma
fylla seg aftur við fagurt at sjá.
Hygg, hvussu bláber um heyggjarnar blóma,
hygg, hvussu fípurnar veittra í lág.
Á tjørnini har
snákar nú sær
eitt yndisligt, elskandi stikkantarpar.

5. Við vanganum grønum
og reyðbrúnum nakka
hann kappast í litum við blomstur í líð.
At síggja tey svimja og hoyra tey kvakka
lyftir mítt sinni og lættir mítt stríð.
Føgur natúr
rekur út úr
slittyngdum manni hans møði og stúr.

FavoriteLoadingGoym tekstin