Trælabandið

Vit hittust í veitslulagi
á lívsins alfaraveg,
Norðmaður og Íslendingur,
frá Atlantsoyggjunum eg.

Vit vóru jú allir frændir
av heimsgitnu norrønu rót,
ið síðan við svik varð trælkað
og traðkað undir Danafót.

Teir drukku Noregs og Íslands
skál, tí at trældømið fall,
og frælsissólin hon lýsti
um Heklu og Dovrafjall.

Men eg mátti skamfullur tiga,
bert bíta saman tenn,
tí hvar var frælsið í Føroyum ?
Vit vóru bert trælir enn.

Pól F. Joensen

FavoriteLoadingGoym tekstin