Tríggir dunnuungar

Tríggjar smáar dunnuungar eg einaferð sá,
tjúkkir og smáir fóru út at gá.
Men tann minsti dunnuungin við fjøður á
argaði hinar við sítt gvagg, gvagg, gvagg.

Oman til ánna gingu teir ein dag,
ruggi, raggi, ruggi í so góðum lag,
men tann minsti dunnuungin við fjøður á
argaði hinar við sítt gvagg, gvagg, gvagg.

Niðri í ánni svumu teir runt,
sjippi, sjappi, sjuppi tí tað er sunt,
men tann minsti dunnuungin við fjøður á
argaði hinar við sítt gvagg, gvagg, gvagg.

FavoriteLoadingGoym tekstin