1. Tríggjar lítlar dunnuungar eg einaferð sá,
tjúkkir og smáir, sum fóru út at gá,
men tann minsti dunnuungin við fjøður á.
argaði hinar við sítt kvagg, kvagg, kvagg.
2. Oman í ánna fóru teir ein dag,
rigga – ragga – rugga í so góðum lag,
men tann minsti dunnungi við fjøður á,
argaði hinar við sítt kvagg – kvagg – kvagg.
3. Úti í ánni har svumu teir runt,
Sjippi – sjappi – sjuppi, tí tað er so sunt,
Men tann minsti dunnungin við fjøður á,
Argaði hinar við sítt kvagg – kvagg – kvagg.

