Trilvandi trúarstig

Orð og lag: Øssur Berghamar

1. Trilvandi trúarstig,
bivandi hjørtum við,
sjónin, ið birtist, var skillig og sterk.
Sóu hin vilsta seyð,
hoyrdu tað, Harrin beyð.
Rættu vit várar hendur til verk.

2. Eydnaðist ikki alt.
Úrslitið mangan fjalt.
Vónin var tvinnað við dreymin, ið brast.
Trilvandi trúarstig,
Harrin tó var við lið.
Orðið bar ávøkst, sum eisini sæst.

3. Framtíðin ókend er,
hondin tó uppi ber,
hoyrist úr erva enn Meistarans kall:
Enn meiri mál og mið,
enn fleiri trúarstig.
– Náðiár Harrans er komið á hall.

FavoriteLoadingGoym tekstin