So troystarleyst tað er í eygum várum

Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Broyttur 11. juli 2007 (+ 6. ørindi).

So troystarleyst tað er í eygum várum,
tá vársins blóma følnar burt og doyr.
Vit hvøkka við, tá fólk í ungum árum
her láta lív, og til ei eru meir.

Vit tómhent sita syrgjandi og spurin,
vit fata ei og fáa einki svar,
tá neyð og sorg seg troka inn um durin
í hugnaliga barnaheim, ið var.

Tá lívsins stormar leika í og skaka
og hótta gleði, frið og vára trúgv,
vit spyrja, hví oss hetta skuldi raka,
og svára sorg hjá okkum festi búgv.

Fall ei í fátt tú sorgartyngda hjarta!
Tað er tó ein, sum aldri svíkur teg,
tann Jesus, sum kann sjógv og stormar harta,
– hjá syrgjandi hann sjálvur setur seg.

Tann Jesus, sum á deyða sigrað hevur,
hann sjálvur uppreisnin og lívð er,
hann sigur: “Barnið ei er deytt, tað svevur!”
hann sorgarbundnum hesa heilsan ber.

So vónríkt er tað tí hjá oss at vita,
at lívsins Harri goymir barnið sítt.
Gud styrki tey, ið syrgin eftir sita
í vón og trúgv, at Harrin alt ger nýtt!