Troytta sál, sum ófrelst gongur

Orð og lag: Otto Udd-Johansen
Týtt: Petur William Háberg

1. Troytta sál, sum ófrelst gongur,
kom í Jesu opna favn,
skjótt býðst náði ikki longur,
leita inn í tryggu havn!

Niðurlag:
Hví við særda hjarta tínum
ganga, tá tú frið kanst fá?
Kom við tínum syndum, pínum,
hjálp mót øllum fært tú honum hjá!

2. Hoyr – so eym hans rødd tær bjóðar:
„Kemur tú?“ so stilt hann spyr.
Sál, til tín nú kallið ljóðar,
nú hann er við tínar dyr.

3. Lat nú vantrúgv, iva fara,
søkk teg í hans náðiflóð,
fyri teg skal ævigt svara
krossins dýrabara blóð.

4. Synd tín burt í ævir tváað,
leið tín løgd til lívsins lond,
ein dag skalt tú Jesus skoða,
har á ljósins føgru strond.

FavoriteLoadingGoym tekstin