Troytta sál, sum ófrelst gongur

Orð: Fanny Crosby
Lag: John R. Sweney
Týtt: Victor Danielsen

1. Troytta sál, sum ófrelst gongur,
stong ei hjarta títt,
droym ei tómar dreymar longur,
opna dyrnar vítt!

Niðurlag:
Meðan enn tín lampa brennur,
og tú Andans kallan kennir,
drekk hitt lívsins vatn, sum rennur,
opna dyrnar vítt!

2. Nú ið Harrin kallar, biður,
stong ei hjarta títt,
áðrenn náðirøddin tigur,
opna dyrnar vítt!

3. Frið og náði frítt hann býður;
stong ei hjarta títt,
áðrenn tú í dómin glíður,
opna dyrnar vítt!

4. Fyri ævigari gleði
stong ei hjarta títt,
steðga ei, á hesum degi
opna dyrnar vítt!

FavoriteLoadingGoym tekstin