Troytta sál, sum tú gongur á lívsvegnum her

Orð og lag: Charles York
Týtt: Hallgrim Miðberg
Upprunaheiti: He goeth before you (He knoweth the way)

1. Troytta sál, sum tú gongur á lívsvegnum her,
skjótt tær gøtan kann gerast ov hál.
Jesus teg sær, hann vegin væl kennir,
hann leiða teg kann á mál!

Niðurlag: Hann vegin væl kennir,
hann er tær við lið,
tá hann leiðir fót tín, tú fert ei á glið.
Vandarnar framman tú óttast skalt ei!
Hann vegin væl kennir, hann gekk hesa leið.

2. Tá tú fert gjøgnum dalar, ver sterkur í trúgv,
hóast fjøllini høgu tú sær.
Ivast ei tá, hann vegin væl kennir,
í stormi heldur hann tær.

FavoriteLoadingGoym tekstin