Orð og lag: C. Austin Miles
Týtt: Victor Danielsen
1. Troyttur og vilstur og sokkin í synd
gekk eg á villini veg;
Jesus, mín Frelsari, sá mína neyð,
hann gav seg fyri meg,
hann gav seg fyri meg.
Niðurlag:
Fyri meg, fyri meg,
var tað alt fyri meg?
Har úr hásæti Himmals til Golgata kross –
ja, tað var fyri meg.
2. Særdur hann stríddi hitt einsliga stríð,
fór til Getsemane har,
heingja seg læt á hitt bannaða træ,
bað fyri mær, ja, mær,
bað fyri mær, ja, mær.
3. Leingi eg vendi mær frá honum burt;
men so ein dagin sá eg
Jesus í andanum krossinum á
doyggjandi fyri meg,
doyggjandi fyri meg.

