Trúgv á Guð Faðir, eitt undur Hann ger

Orð og lag: Ókendur
Upprunaheiti: Ha tro til Gud / Have faith in God

1. Trúgv á Guð Faðir, eitt undur Hann ger;
Frelsarin, Jesus, tað Navnið Hann ber!
Andar, teir skelva, í trúgv nú fram trín;
í Hansar’ Navni er sigurin tín!

Niðurlag: Hav trúgv á Guð, hav trúgv á Guð;
hav trúgv á Guð um eitt undur,
hav trúgv á Guð!

2. Trúgv á Guðs allmakt, eitt undur Hann ger,
Frelsarin, Jesus, tað Navnið Hann ber;
útheltur Andin sum olja og vín,
í Hansar’ Navni er sigurin tín!

3. Trúgv á Guðs várkunn, eitt undur Hann ger;
Frelsarin, Jesus, tað Navnið Hann ber!
Tú, sum ert máttleysur, fyri Hann trín,
í Hansar’ Navni er sigurin tín!

4. Trúgv á Guðs góðsku, eitt undur Hann ger;
Frelsarin, Jesus, tað Navnið Hann ber!
Tú, sum ert særdur, ei sit meir og bín,
í Hansar’ Navni er sigurin tín!

5. Trúgv á Guðs veldi, eitt undur Hann ger;
Frelsarin, Jesus, tað Navnið Hann ber!
Trong teg nú fram, trúgv og fullvissu sýn,
í Hansar’ Navni er sigurin tín!

FavoriteLoadingGoym tekstin