Trúgv er full vissa um tað, sum vit vóna

Orð og lag: Egil Fossum
Týtt: Zacharias Zachariassen

1. Trúgv er full vissa um tað, sum vit vóna,
sannføring um tað, sum ikki sæst.
Í trúgv eg fati, um eg ikki heilt skilji,
at Gud skapti heimin gjøgnum orð sítt so fast.
Og uttan at eg trúgvi, er tað heilt ógjørligt
at fata, at úr ongum er alt vorðið til.
Tí má eg einfalt bert góðtaka hetta,
at at trúgva er ein gáva, eg fái, um eg vil.

2. Hygg rundan um teg og royn so at skilja;
hygg, hvussu stutt røkkur vit títt og skil.
Í trúgv tú fatar og kanst vera heilt vissur,
at Gud honum lønar, ið søkja hann vil.
Og uttan at tú trýrt, er tað heilt ógjørligt
at toknast honum – tí at víst er Gud til –.
Tí mást tú einfalt bert góðtaka hetta,
at at trúgva er ein gáva, ið tú fært, um tú vil.

FavoriteLoadingGoym tekstin