Trúgv er leiðin til Guds náði

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur á vári 1964. Broyttur seinni.

Trúgv er leiðin til Guds náði,
eg við Halgum Anda fái
sum mín dýrabara lut,
tá eg gevi meg til Gud.

Trúgv er treyst, ið vónað verður,
sannføring, sum Andin gevur
um teir lutir – fjaldir her –
sálin sær í nýggju verð.

Trúgv er álit á tað orðið,
sum í Kristi hold er vorðið,
tók í mannahjørtum búgv,
gjørdist heimsins himnabrúgv.

Trúgvin hvílir í Guds náði
í hans kærleiks ríka ráði,
at vár Jesus, faðirs mynd,
sjálvur gjørdist øll mín synd.

Trúgv er hondin tann, ið fevnir
góðsku Guds, sum orð hans nevnir.
Lýðin lítur hon á hann:
trúarinnar upphavsmann.

Hon vil góða stríðið stríða,
lærir lýdni av at líða.
Trúgvin sær sítt lívsins mál:
ævigt lív og frelsta sál.

FavoriteLoadingGoym tekstin