Trúnna, sum bert eitt eiti er

Orð: Ismar Joensen
Lag: Ludvig Mathias Lindeman

1. Trúnna, sum bert eitt eiti er,
líkar ei Gudi at síggja.
Trúgvin, sum mannin sælan ger,
er á Guds sáttmála nýggja.
Sálin má verða loyst og grødd,
nýskapað, frelst og endurfødd
gjøgnum gudsofrið hitt dýra.

2. Lít ei á mannaverk og ráð,
sum frá Guds sannleika víkja.
Alt tað, sum honum víkur frá,
kann eina sálina svíkja.
Alt tað, sum stríðir Gudi mót,
verður ein dag uppskrykt við rót.
Ógras er tað í Guds akri.

3. Takka tí Gudi, sál mín glað,
at hann tær náði nú vísir,
lívið á fold, lít honum tað,
honum, sum Himmalin hýsir.
Hann er tín Gud og Frelsari,
styrki og sannur ráðgevi,
ljós, sum á leiðini lýsir.

FavoriteLoadingGoym tekstin