Trygdareiðurin

Nicolina Jacobsen
Orð og lag: Nicolina Jacobsen

Trygdareiðin tók tú frá mær,
kveikti roða á mín kinn,
gleði mær í hjartað birti,
tá tú tók meg til tín inn.

Men tann dag, tá tú fórt frá mær,
tá mangt tárið av bleikum kinni rann.

Tó, tey ljósu minni goymi,
um tað tungt kann tykjast mær;
aldri eg tey minni gloymi,
um ta eydnu, tú mær gav.

Altíð vil eg hjá tær verða,
í huganum eg fylgi tínum veg.

:,: Aldri ein annan eg kann elska,
tí eg elski bert teg, ja bert teg :,:

FavoriteLoadingGoym tekstin