Tryggur í Jesu ørmum

Orð: Fanny Crosby
Lag: William H. Doane
Týtt: Victor Danielsen

1. Tryggur í Jesu ørmum
og við hans eyma bróst,
har finnur sál mín hvílu,
har verður myrkur ljóst;
har eg ein sælan forsmakk
fá av tí gleði kann,
sum eg har fult skal njóta,
tá ið eg síggi hann.

Niðurlag:
Tryggur í Jesu ørmum,
og við hans eyma bróst,
har finnur sál mín hvílu,
har verður myrkur ljóst.

2. Tryggur í Jesu ørmum,
fríur frá tungu sorg,
tærandi stríð og stúran
náa mær ei í tí borg;
ivi og ræðsla svinna,
grødd verða djúpu sár –
bert nakrar fleiri royndir,
bert nøkur fleiri tár.

3. Jesus, mítt skjól, mín verja,
Jesus, sum frelsti meg!
Á tær, tú klettur fasti,
tryggur nú byggi eg,
her vil eg tolin bíða,
náttin skjótt liðin er,
bíða, til morgunstjørnan
boð mær av degi ber.

FavoriteLoadingGoym tekstin