Trýssini

Martin Joensen
Orð og lag: Martin Joensen

Tak tú bara alt, men goym mær trýssini,
og blómubarnamoldina vit vuksu í.
Saman við The Beatles og The Faroe Boys
og øllum hinum, sum vístu veg.
Lat okkum flýggja aftur til trýssini,
tá hvítt var hvítt og svart var svart.
Bert eina løtu aftur til trýssini,
tá ið tú visti, hvør ið tú vart.

Tak tú bara alt, men goym mær tónleikin,
ið fylti hjartað, so tað næstan brast.
Goym mær Thunderbirds og goym mær vinirnar,
so at teir altíð eru til taks.
Kom, keyp ein ferðaseðil til trýssini,
tá hvítt var hvítt og svart var svart.
Á fyrsta klassa aftur til trýssini,
tá ið tú visti, hvør ið tú vart.

Í tínum eygum síggi eg iva og eitt bros,
og at tú heldur hetta er gamlamannatos,
– gamlamannatos!

Tak tú bara alt, men goym mær minnini
um dagarnar, sum vardu alt ov stutt.
Goym mær trummusett og túsund guitarar,
og stong so hurðina, tá ið tú fert.
Keyp tær ein ferðaseðil til trýssini,
tá hvítt var hvítt og svart var svart.
Á fyrsta klassa aftur til trýssini,
tá ið tú visti, hvør ið tú vart.

FavoriteLoadingGoym tekstin