Orð og lag: Hjørdis Johansen

Tú kínir mær eymt um hárið,
tú troystar og uggar meg,
tú roynir at lekja sárið,
tú ongantíð sparir teg.

Tú situr við blíðum eygum
við borðið – á bonkinum,
lurtar og roynir at skilja
alt tað, sum eg tosi um.

Tann lítla, hon fekk eina frammtonn!
og so var tað rokningin har,
og arbeiðið, veðrið og lønin
og útferðar-dreymar hjá mær.

Tá fiskurin hann skal skrædlast
til børnini beint í senn,
og tá eg vil vermast og ballast,
tá leingist mær eftir tær.

Og óttin fyri at missa
sníkir seg inn á meg.
Tí leingist mær eftir at kyssa,
kroysta og elska teg!

FavoriteLoadingGoym tekstin