Tú ævigi klettur, mítt skjól er hjá tær

Orð: William O. Cushing
Lag: Ira D. Sankey
Týtt: Victor Danielsen

1. Tú ævigi klettur, mítt skjól er hjá tær,
í vandanum navn títt ein neyðhavn mær var!
Um fátækur, armur, tó uggar tú meg –
áh, ævigi klettur, til tín komi eg!

Niðurlag:
Komi til tín,
komi til tín,
áh, ævigi klettur, eg komi til tín!

2. Í gleði og sorgum, í lívi og deyð,
í armóð og sjúku, í trongd og í neyð,
tá myrkursins herlið ger álop á meg –
áh, ævigi klettur, til tín komi eg!

3. Tú fjaldi meg mangan í tínari borg,
tá sálin var troytt, og eg nívdist av sorg;
og tá so basúnin skal kalla á meg –
áh, ævigi klettur, til tín komi eg!

FavoriteLoadingGoym tekstin