Tú alfagra land mítt

Orð: Símun av Skarði
Lag: Peter Alberg
Viðmerking: Yrktur 1. februar 1906 í Føgrulíð í Borðoy. Lagið varð skrivað í 1907. Tjóðsangur føroyinga.

1. Tú alfagra land mítt, mín dýrasta ogn!
á vetri so randhvítt, á sumri við logn,
tú tekur meg at tær so tætt í tín favn.
Tit oyggjar so mætar, Guð signi tað navn,
sum menn tykkum góvu, tá teir tykkum sóu.
Ja, Guð signi Føroyar, mítt land!

2. Hin roðin, sum skínur á sumri í líð,
hin ódnin, sum týnir mangt lív vetrartíð,
og myrkrið, sum fjalir mær bjartasta mál,
og ljósið, sum spælir mær sigur í sál:
alt streingir, ið tóna, sum vága og vóna,
at eg verji Føroyar, mítt land.

3. Eg nígi tí niður í bøn til tín, Guð:
Hin heilagi friður mær falli í lut!
Lat sál mína tváa sær í tíni dýrd!
So torir hon vága – av Gudi væl skírd –
at bera tað merkið, sum eyðkennir verkið,
ið varðveitir Føroyar, mítt land!

FavoriteLoadingGoym tekstin