Tú bart meg, o Gud, áðrenn ljósið eg sá

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 8. februar 2009.

Tú bart meg, o Gud, áðrenn ljósið eg sá
og síðan alt lív mítt á foldum.
Eg veit, tú meg verjir og verður mær hjá,
tá hvíla eg skal undir moldum.

Um aldur og ævir tú livir, o Gud,
og helheimsins lyklar tú hevur.
O Harri! av náði mær falli í lut,
at barn títt í trúgv hjá tær svevur.

Tí, frelsunnar Harri, tú eina mær ert,
lat einki ta trúgv frá mær taka!
Hjá tær, Harri, útgongd frá deyða er bert;
tú yvir mítt leiði vilt vaka.

Í varðveitslu tíni eg hvíla kann trygt,
um hylur enn mold meg sum tekja,
tí einans á náði er álit mítt bygt,
at tú meg úr deyða vilt vekja.

Gud gævi, vit øll mega hoyra ta rødd,
tá Kristus til lívs okkum kallar,
so livandi vit og av nýggjum tá fødd,
tú leiða oss skal heim til hallar.