Tú, eina tú, o Harra Krist

Orð: K. Hubert / Hans Thomissøn
Týtt: Jógvan Nolsøe

1. Tú, eina tú, o Harra Krist,
ert øll mín vón á foldum,
tú frelsa mín ert vorðin vist,
meg reis úr syndavoldum;
frá heimsins fyrstu stund til nú
kom eingin her á jørð sum tú
og meg úr deyðans vanda bar,
eina hjá tær
mítt hjarta troyst og lætta fær!

2. Mín syndaneyð er svár og stór,
tí valda sorgir mínar,
tú, sum í deyðan for meg fór,
tak alt í hendur tínar!
Og sig tað við tín faðir kær’,
at blóð títt fleyt at bjarga mær,
so verður syndaskuld mín loyst;
ver tú mín troyst,
sum meg til lívið hevur reist.

3. Styrk meg av tíni miskunn her
í trúnni alt til enda,
sum frið tín mær í hjarta ber,
til eg hjá tær skal lenda;
lat fram um alt meg elska teg
og næsta mín sum sjálvan meg!
Statt tú mær hjá á síðstu nátt,
veit mær tín mátt,
og rek hin ónda mær frá gátt!

4. Guð faðir, lov nú veri tær,
sum oss alt gott vil gera,
og Jesus Krist, vár bróðir kær’,
tí tú vilt hjá oss vera,
og Halgi Andi, lýs oss leið,
at burt frá tær vit villast ei,
men tæna Guði her í verð,
til dagur fer,
og leiðin í Guðs himmal ber!

FavoriteLoadingGoym tekstin