Tú einki kanst gera til frelsu

Victor Danielsen
Orð: E. Giverholt
Lag: Heinrich Ernst Gebhardt
Týtt: Victor Danielsen

1. Tú einki kanst gera til frelsu,
tí fullgjørt er alt, hon er tín;
hjá tær er at trúgva og takka,
og Frelsarin kallar teg sín;
tú syndina ikki kanst gjalda,
og keypast Guds náði ei kann,
tín frelsa er í einum øðrum,
og skuldina alla bar hann.

2. Ei kanst tú tær klædningin fáa,
sum Frelsarans brúður skal í;
bert blóðið kann gera teg reinan,
tú hvítur bert verður í tí;
ei hús kanst hjá Gudi tú keypa,
men alt fyri einki tú fær,
bert koma og taka tað ljóðar,
tí alt er til reiðar gjørt har.

3. Tú einki kanst gera at fáa
tær sess við ta himmalsku fest,
men rúm er av náði til reiðar,
og Harrin tær býður til gest;
her spyrst ei um, hvat tú kanst gera,
hann gjørdi tað alt einaferð;
ei spyrst um at royna og streva,
um trúnna bert spurt verður her.

FavoriteLoadingGoym tekstin