Tú elskar meg, eg veit tað væl

Orð: Niels Peder Madsen
Týtt: Victor Danielsen

1. Tú elskar meg, eg veit tað væl,
tú komst í henda dapra dal
úr høgu Himmalhøllum
at loysa leinkjurnar, eg bar,
við blóði tínum bjarga mær
og tínum egnu øllum.

2. Tú elskar meg, eg veit tað væl,
tær náðigávur uttan tal,
tær kærleik tín mær vísa;
hin milda hond mær vísti veg,
tín troyst, tín náði, lívga meg
og góðsku tíni prísa.

3. Tú elskar meg, eg veit tað væl,
men hetta mangan sigast skal,
skal eg tað altíð minnast;
vend ásjón tíni her til mín,
og tala so um kærleik tín
í hjarta mínum innast!

4. Tú elskar meg, halleluja!
Tað tónar sum hitt Effata!
og loysir tungu mína;
tú enn sum áður elskar meg
og skalt meg elska, inntil eg
har síggi ásjón tína.

FavoriteLoadingGoym tekstin