Tú ert góður, á Gud

Victor Danielsen
Týtt: Victor Danielsen

Tú ert góður, á Gud, míni sál ert tú alt,
eg var deyður, men livi í tær!
Og tann lívsæla vissa, tú meg hevur valt,
ger, at eina eg andi í tær.

Ja, í lívi og songi tí lovi eg tær;
tú ert alt, bert eitt tól eri eg;
og tú loysti meg, menti meg, máttur mín varð,
Gud, eg líti nú eina á teg!

Fyri tær, góði Gud, hvørva skuggar av breyt,
Kristus gjørdi meg nýggjan av grund,
Jesus bjargaði mær, tá eg søkkandi fleyt –
aldri livdi eg glaðari stund.

Navn títt kærleiki er, og tú elskar nú meg,
hetta ger, at mær løtt fellur gongd;
veikur eg, sterkur tú, og eg heiti á teg,
tú mær bjargar úr trega og trongd.

FavoriteLoadingGoym tekstin