Tú ert hjá mær, tá eg vakni í tí fyrstu morgunstund

Jóhan við Neyst
Orð og lag: Berit Pedersen
Týtt: Jóhan við Neyst

1. Tú ert hjá mær, tá eg vakni í tí fyrstu morgunstund,
og tín kærleiki, hann gleðir mína lund,
og tann tryggleiki, tú gevur, hann er við mær dagliga,
inntil náttin kemur, og eg sovna má.

Niðurlag: Songurin í mínum hjarta er um Frelsaran hjá mær,
eg vil elska hann, so leingi hjartað slær.

2. Kann eg kenna, at eg vaksi, verður sál mín sterkari,
hvørja ferð, vit eru saman, tú og eg?
Kann mín trúgv, sum er so lítil, vaksa, tá eg síggi tað,
at eg fái bønarsvar frá tær hvønn dag?

3. Sum ein vøkur brúður bíðar eftir sínum brúðgómi,
leingist mær at síggja teg í luftini,
tí mítt heim, tað er í Himli, og ein dag eg eri har,
sum mín brúdleypsveitsla ongan enda fær.

FavoriteLoadingGoym tekstin