Tú ert í mær og eg í Tær

Orð og lag: Eyðun Jacobsen

Tú ert í mær og eg í Tær
So trygt at vita, at Tú ert nær
Sjálvt um brøtt mín brekka mangan er
Hvørt fótafet Tú leiðir á mína ferð

Tú ert mín lívd tá stormar herja
Í hvørji kreppu, Tú ert mín verja
Tú ert mítt álit tá alt meg svíkur
Kenni Tín kærleika, tryggur ríkur

Skilji ei alt sum møtir mær
Tykist sum eingin tørv mín sær
Gott tá at vita at eyga títt
Sær alt sum tyngir hjarta mítt

Hvat eri eg, uttan Teg
Hvør kann tá beina meg á veg
Eingin sum Tú mín Gud, leiða kann
meg heim til sæla lívsins land.

Sælur eg eri, tí Tú ert mín
Ein dag eg flyta skal, heim til tín
Æviga bústað mín síggja eg skal
Eingin ótti og alt er væl

FavoriteLoadingGoym tekstin