Tú Føroya tjóð

Orð: Ismar Joensen
Lag: Ludvig Mathias Lindeman

1. Tú Føroya tjóð,
skal framtíðarlagna tín vera tær góð,
set lít tín til Harran, sum landið tær gav
og skapaði jørðina, himmal og hav,
har alt tað, sum livir, stórt ella smátt,
ber prógv um hans mátt.

2. Ei vignast tær man
at fjóna, burttulka og mistýða hann,
sum spámonnum sínum gav sjónir og orð
at rættleiða fólkið og betra tess kor.
Hann Son sín til Frelsara gav tær enntá,
at bjargast tú má.

FavoriteLoadingGoym tekstin