Tú, Føroyar, mín móðir

Orð: Jacob Hansen
Lag: Tú sangst eitt so vakurt og yndisligt ljóð

1. Tú, Føroyar, mín móðir,
ert føgur og fríð,
tú minni mær bert ífrá fornari tíð
um trúskap, um bardaga, frælslynd’ og stríð,
um fedranna lívið her oyggjunum í.

2. Tá brandurin Haralds reyðlitaður var
og prógv fyri kúgandi harðræði bar,
tá fedrarnir mæltu: “Ei spyrjast skal, at
ein frælslyndur seggur so fjøtra seg læt.”

3. Á tingi teir mæltu tey djarvastu orð,
teir tordu seg vísa við høvdingaborð,
teir tordu væl møta, hvar stríð var á leið,
teir reystliga bardust og bliknaðu ei.

4. Í æðrum teim norrønt rann víkingablóð,
fram víkingaskútan í sjóroki vóð;
ein garpur tá bardist, til vegin hann lá,
tí skomm honum tókti at doyggja á strá.

5. Tá føroyingur sjálvur helt róðrið í hond,
og væl hann tá vardi um heimligu strond,
og søgan hon kendist so víða um lond
um høvdingakynini Sigmund og Trónd.

6. Men tíðir so gingu, og øld eftir øld,
og følin varð hondin, og røddin varð køld,
og fúnaði skútan ið væl var soymd,
og horvið var frælsi, og mentan var gloymd.

7. Men aftur man sól gylla Føroya strond,
og aftur finst róðrið í føroyingsins hond,
og aftur man vakna hin sovandi tjóð;
um skammsligin var hon, so livir hon tó.

8. Hitt vaksandi lið verður fagurt at sjá,
ið sigursælt merki ber bringuni á;
og ber tað ei brandin og brynjunnar serk,
tað hómar tó vegin til fullkomið verk.

FavoriteLoadingGoym tekstin