Tú gakk tær fram við ánni

Jógvan við Keldu
Orð: Christian Matras
Lag 1: Jógvan við Keldu
Lag 2: Knút Olsen
Lag 3: Ein skortlitt kúgv við garðaliðið
Viðmerking: Yrktur í 1935.

1. Tú gakk tær fram við ánni,
tá ið bakkagrasið leingist,
tá eyrur fjarar turrur,
og tá áarrásin treingist,
og fenið er við sóljum sett
sum himmiríkis fløta
– tá er tað, sum at lívið títt
var bert ein lítil løta.

2. Tá livnar aftur barnið í tær,
tamt av mannalótum,
tú gongur fram við ánni
sum á kvikum dreingjarfótum,
og sílahugur vaknar við
hvørt loynimið, tú skoðar,
meðan inn ígjøgnum eygnakrókar
sóljugullið logar.

3. Tú veitst, at slík var útgerðin,
ið allir dreingir fingu,
sum fram við Løksará
í lívsins morgunroða gingu,
og teir, sum sigla Íslandssjógv,
og teir, sum heiman fóru,
úr Føroyum slíkar halgidómar
við um verøld bóru.

FavoriteLoadingGoym tekstin