Tú gongur gjøgnum múrar, tú

Orð: Ova
Lag: Terji Messell og Ova

til tín, ið liggur her í mínari hond
hvat gert tú?
tú, ið leikar so í mínum tonkum
hvaðani kemur tú?

hví leggur tú teg ikki at sova?
hví floytar tú eftir mær
so eg heldur ikki kann sova?

tú gongur gjøgnum múrar tú
og so er tað eg
eg gangi langan veg

til tín, ið eg lukti á mínum klæðum
hvør ert tú?
tú, ið hevur ein kropp, ið sigur stopp
hvat vilt tú?

hví fert tú ikki frá mær?
hví gert tú so, at eg
ikki kann fara frá tær?

hvør ert tú?
hvat vilt tú?
hvat gert tú?
hvaðani kemur tú?

FavoriteLoadingGoym tekstin