Tú, Gud, ert mikil, annað alt er smátt

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Sigurjón Gudjónsson
Lag (2007): Knút Olsen
Týtt (2001): Petur Jacob Sigvardsen

1. Tú, Gud, ert mikil, annað alt er smátt,
tú eigur ríkið, dýrd og vald og mátt.
Hví manst tú, Harri, minnast her til mín
á myrku nátt, og tá ið sólin skín,
eitt mannabarn, sum langt av leið er vilst
í verøld, sum av sorg og neyð er fylt?

2. Og vallarin, sum krýpur til tín, spyr
við fótskør tína, dygst við tínar dyr:
Øll hugsan tín hon huld er fyri mær,
hvør hugsan mín er opin fyri tær.
Hví manst tú, Harri, minnast fonið, meg,
sum boð títt breyt, og sveik so mangan teg?

3. O, hjarta mítt, tú hevur fingið svar!
í myrkrið inn tað ljósið til tín bar,
tað ljós, ið kemur kærleik tínum frá
og lærir meg at skilja, hoyra, sjá,
at tú ert faðir mín, og offur títt
meg sáttan ger og fjalir misbrot mítt.

FavoriteLoadingGoym tekstin