Tú heimsins ljós, Guds sólin skær

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Johann Heermann
Lag 1: Sigurbjörn Einarsson
Lag 2 (5. mars 2007): Knút Olsen
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í 2006.

Tú heimsins ljós, Guds sólin skær,
o, lýs tú, Kristus, fjart og nær,
leið øll tey farnu til tín heim
og tak í náði móti teim.

Lat øll, ið ikki kenna teg,
og tey, ið villast, kunna seg,
frá ljósi tínum glæmu sjá
og signing finna, málið ná.

Vek, hirði góði, hvørja sál,
har svik og freisting køva mál,
og hvørja sjúka, særda ond
tað linni mjúka læknahond.

Lat deyvu oyru opnast tær,
tann hugaheim, ið byrgdur var,
so hjartað finnur frælsi sítt
og friðin eina, ríki títt.

Gev øllum heilsubót og sjón,
og náði tína, nýggja vón,
øll fólk til eitt um fjall og fjørð
í eini trúgv á nýggju jørð.

So veri øll nú eitt í tær,
sum alla synd og roynslu bar,
so her á jørð sum himnum á,
tú hjartans sanna vón og trá.

FavoriteLoadingGoym tekstin