Tú hesa hugsan kanska hevur

Orð: M.D.
Lag: Lars Nielsen
Týtt: Victor Danielsen

1. Tú hesa hugsan kanska hevur:
Nú er jú lívsins fagra vár,
og av tí gleði, verðin gevur,
eg enn kann njóta nøkur ár;
og tá er tíð at venda um
og søkja stað í Himlinum.

2. Ei hugsa so! Tín síðsti dagur
kann verða dagurin í dag;
og væl tú veitst, um eitt bert ræður,
hví vilt tú tá ei gera tað!
Tað ov seint sær at bjarga er,
tá deyðin av tín lívstráð sker.

3. Í dag enn frelsa er at finna,
enn ljóðar til tín Harrans rødd,
Guds orð og Andi enn teg minna,
og enn tín sál kann vera grødd;
so hetta kall – spill ikki tað,
nei, lat teg frelsa nú í dag!

FavoriteLoadingGoym tekstin