Tú hevur, Jesus mildi

Lag: H. Otto Konrad Zinck
Týtt: Victor Danielsen

1. Tú hevur, Jesus mildi,
ei nakra møði spart,
tá meg tú frelsa vildi
úr tí, meg bant so hart!
Eg gekk á syndavegi
mót deyðans myrka stað;
tá sá eg teg, mín gleði,
og tá varð sál mín glað!

2. Ei annað hevur drigið
teg har frá dýrdini
enn tín ósigiligi
og djúpi kærleiki,
harvið tú vunnið hevur
tær eina brúður her,
og harvið frið tú gevur,
har eingin friður er.

3. Hví skal eg mótið missa!
Nú skjótt tú koma vil
at heinta meg; tann vissa
er hvørs, tær hoyrir til;
tú kemur! Tað má gera
av vetri summar søtt;
tú kemur! Tað má bera
nýtt lív til hjartað møtt.

FavoriteLoadingGoym tekstin