Tú hevur tær dýrastu perlur

Poul F. Joensen
Orð: Heinrich Heine
Lag 1: Tummas Nielsen
Lag 2: Danskt vísulag (Min Jørgen, hvor kunne du glemme)
Leysliga týtt úr týskum: Poul F. Joensen

1. Tú hevur tær dýrastu perlur
og hvat tínum hugi stendst til.
Tú hevur tey søtastu eygu –
er meiri, tú ynskja tær vil?

2. Um tíni søtu eygu
havi eg yrkt væl fleir
enn túsund ævigar sangir.
Mín góða, hvat ynskir tú meir?

3. Og við tínum søtu eygum
av elskhug tú øran meg sær:
við teimum tú knústi mítt hjarta.
Er meiri, tú ynskir av mær?

FavoriteLoadingGoym tekstin