Tú høgi kongur Ísraels

Orð: Theodulph úr Orleans
Lag: Melchior Teschner
Týtt: Jákup Olsen
Upprunaheiti: All glory, laud and honor

1. Tú høgi kongur Ísraels
og fúrsti Dávids, sum
í Harrans navni kemur
nú skjótt av Himlinum.

Niðurlag: Alt prís, øll dýrd og æra,
nú, Jesus, veri tær,
tú, sum av barnamunni
fekst prís og ærdur varð.

2. Hin stóri einglaskari
tær prísar uppi har,
og menn og alt, sum skapt er,
av foldum gevur svar.

3. Við pálmagrein í hendi
tær heiður fólkið bar.
Vit æru, prís og lovsong
nú fegin bera tær.

4. Stutt fyri tína líðing
tey prísaðu tær hátt.
So høgt tú nú ert settur
og eigur prís og mátt.

5. Tú tókst við prísi teirra;
vár bøn væl toknist tær,
vár Frelsari og Kongur.
Tú verður, er og var.

FavoriteLoadingGoym tekstin