Tú í hjarta tínum hava kanst ein song

Flóvin Tyril
Orð og lag: Ira Forest Stanphill
Týtt: Flóvin Tyril
Upprunaheiti: You can have a song in your heart

1. Tú í hjarta tínum hava kanst ein song,
tá tú kennir,
sorgin brennur,
um enn renna tár, og leiðin tykist trong,
tú í hjarta tínum hava kanst ein song.

Niðurlag: Hjartað syngja kann tó ein song myrku nátt,
gjøgnum roynd og stríð,
gjøgnum sorgartíð.
Syngja kunnu øll, tá ið sól glógvar hátt,
men tær nýtst ein song, tá ið myrk er nátt.

2. Lat ei stúran køva lovsong tín og spæl,
tí ein morgin
hvørvur sorgin,
minst, at eftir nátt av degi lýsa skal,
lat ei stúran køva lovsong tín og spæl!

3. Morgunroðin brátt skal boða degi frá,
áh, mær leingist,
myrkrið treingist.
Vakja, virka, biðja vil eg inntil tá,
morgunroðin brátt skal boða degi frá.