Tú í Jesusi fært frelsu, kæra sál

Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer
Upprunaheiti: Du kan frelse få i Jesus, kjære venn

1. :,:Tú í Jesusi fært frelsu, kæra sál,:,:
lat Hans blóð nú reinsa teg,
kom, stíg inn á lívsins veg;
tú í Jesusi fært frelsu, kæra sál.

2. :,:Tú í Jesusi fært heilsubót, á, sál,:,:
Jesus Kristus sigur vann,
kom og gev teg fult til Hann,
tú í Jesusi fært heilsubót, á, sál.

3. :,:Tú í Jesusi fært styrki, kæra sál,:,:
strevar tú enn dag um dag
og er alt bert niðurlag,
tú í Jesusi fært styrki, kæra sál.

4. :,:Ert tú nívd og sorgarbundin, kæra sál?:,:
Lat upp tínar hjartadyr,
tú gerst glað, sum aldri fyrr,
tú í Jesusi fært yvirflóð, á, sál.

5. :,:Reis teg aftur, gakk í trúgv, á, kæra sál,:,:
skjótt so rivnar Himmalin,
tí tá kemur Meistarin;
reis teg aftur, gakk í trúgv, á, kæra sál.

FavoriteLoadingGoym tekstin