Tú Ísraels Hirði og mín

Orð: Charles Wesley
Lag: Charles H. Steggall
Týtt: Victor Danielsen

1. Tú Ísraels Hirði og mín;
mín gleði og friður ert tú,
mín sál tráar nærri til tín
at kenna teg betur enn nú!

2. Mær leingist til fløturnar tær,
har hirði mín leiðir sín seyð;
við hjarta hans hvíla tey har,
mót hita eitt skjól finna tey.

3. Meg leið til hitt sælasta pláss,
sum fall í eins syndara lut,
har negldan til spott á ein kross
eg síggi mín Harra og Gud!

4. Áh, vís mær tín kærleik til mín,
sum bant teg til krossin hin dag!
Ei naglar, nei, kærleiki tín
tær helt á tí bannaða træ.

5. Tí elskar títt fólk nú tann stað,
og lomb tíni har føðir tú;
og kletturin, klovin hin dag,
eitt skýli er sálunum nú.

FavoriteLoadingGoym tekstin