Tú, Jesus, ert vegur til himmalsins heim

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Helgi Hálfdánarson
Lag (5. mars 2007): Knút Olsen
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í 2003.

Tú, Jesus, ert vegur til himmalsins heim,
har ævig er sælan og gleðin.
O, lat oss ei villast av vegunum teim
á lættgongda glatanar vegin.

Tú, Jesus, ert sannleikin, lat oss fá lært
ei lygnarans røddum at lýða.
Men snúgv oss at tí, sum er vakurt og kært,
og elska títt sannleiksorð blíða.

Tú, Jesus, ert lívið, á deyða tú vá,
hann burtur úr sálum nú víki.
Men lívið, tú veitti oss krossinum á,
er ævigt í sælunnar ríki.

FavoriteLoadingGoym tekstin