Tú kemur, Jesus, til mín inn

Orð: Niels Peder Madsen
Lag: N.P. Madsen, Ludvig Rasmussen
Týtt: Victor Danielsen

1. Tú kemur, Jesus, til mín inn,
og sólin skínur tá,
tá verður lætt mítt tyngda sinn,
og suffið tagna má!

2. Tú kemur, sum ta fyrstu stund,
tá eg fekk síggja teg;
tá verður stilt í hjartans grund,
ei ivin pínir meg.

3. Tú kemur; og so opnast má
tað fongsil, har eg sat;
har fyrr eg fall, eg standi tá,
og smílist har eg græt.

4. Tú kemur; og tín hvíla blíð,
hon kemur inn við tær;
og friður er, har fyrr var stríð,
og tøkk, har tøgn fyrr var.

5. Tú kemur; og so er alt gloymt
og ljós á míni ferð,
og meir enn tað, eg havi droymt,
tín náði við sær ber.

6. Tú kemur, Jesus, skjótt ein dag
og tekur meg til tín,
og inn í tín hin gylta stað
fer loysti andi mín.

FavoriteLoadingGoym tekstin