Tú kennir væl klettin

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Ókendur
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur úr donskum í februar 2007.

1. Tú kennir væl klettin,
ið ævigur er,
tá alt her á foldum
umskapast og fer?

2. Tann klettur er Kristus,
ið himlinum av,
oss keypti við blóði
og frið okkum gav.

3. Tú lít bert á klettin,
har stendur tú trygt,
ei verður tann svikin,
á hann hevur bygt.

FavoriteLoadingGoym tekstin