Tú komst sum hjálparleyst barn

Orð og lag: Graham Kendrick
Týtt: Flóvin Tyril

1. Tú komst sum hjálparleyst barn
í heimin her – tín dýrd var fjald,
til tænara gjørdi teg,
gavst teg at vinna okkum lív.

Niðurlag: At tæna komst tú, Kongur lívs,
tú biður okkum fylgja tær –
at bera lív várt sum dagligt offur fram
í tilbiðjan og tænastu.

2. Í urtagarðinum har
tú mína tungu byrði bar.
Við sorg títt hjarta varð knúst –
tíns Faðirs vilja lýðin var.

3. Kom hendur, føtur hans síggj –
tey merki, hann á krossi fekk.
Tær hendur, skapt høvdu alt,
av grummum hondum negldust fast.

4. At tæna tær okkum lær,
og lat várt lív teg lyfta høgt –
hvørs annars tørv seta fremst,
so Kristus, tú, kanst heiður fá.

FavoriteLoadingGoym tekstin