Tú lítli staður, Betlehem

Orð: Phillips Brooks
Lag: Lewis Henry Redner
Týtt: Petur William Háberg
Upprunaheiti: O little town of Betlehem

1. Tú lítli staður, Betlehem,
so kvirrur liggur tú.
Hátt yvir dreymaleysa svøvn
tín stjørnufjøld sæst nú.
Um stræti tíni lýsir
tó ævinleikans ljós,
og mannavón og ótti
finna saman við títt fjós.

2. Har Frelsarin varð føddur,
sum í Himli høga er.
Og nýggja vón til burturvilsta
mannaætt nú ber.
Hygg, morgunstjørnuskarin
ber boð um land og fjørð
um Himmalkongsins kærleika
og frið til menn á jørð.

3. So stillisliga, stillisliga
gávur býtast út,
Hann gevur frið til hjørtuni
í staðin fyri sút.
Kann vera, ikki hoyrast
hans kærleiksfet so fljót,
tá hann fer inn í hjarta tað,
sum honum tekur mót.

FavoriteLoadingGoym tekstin