Tú lítur um bak og minnist svunnin ár

Orð: Zacharias Zachariassen
Lag 1: Jens Guttesen
Lag 2: Gunnar Justinussen

1. Tú lítur um bak og minnist svunnin ár,
tú sært, hvussu tíðin fer.
Skjótt hádagur svann og lívsins ungdómsvár,
brátt lívskvøld títt komið er.

Niðurlag: Enn roðar sólin á fjøll so blíð,
líðandi søkkur hon dimmið í.
Tak móti Jesusi, enn er tíð
– og sál tín er frelst og frí.

2. Tú minnist til sorg og minnist vandamál,
tú kennir til trongd og neyð.
Tú hugsar um dóm, áh, kæra, tyngda sál,
um tilveru, lív og deyð.

3. Nú náttin er nær, og kvøldið dimmist brátt,
tín lívssól til viðar fer.
Var fortíðin svár, so fell tó ei í fátt,
tí framtíðin vón tær ber.

4. Vend eyganum upp og gloym ta svunnu tíð,
og ogna tær Frelsaran.
Hann bar tína synd, títt myrkur og títt stríð,
tær æviga sælu vann.

FavoriteLoadingGoym tekstin